Nýggj tøl fyri smittutilburðir við kynssjúkum vísa, at kynssjúkur áhaldandi eru ein
avbjóðing í Føroyum. Klamydia er vanligasta kynssjúkan, men smittutølini fyri
gonorre hava verið alsamt vaksandi seinastu árini.
Fyrra hálvár í ár eru skrásettir 69 tilburðir av klamydia og 8 tilburðir av gonorre. Hetta svarar til, at
ávikavist 8,3 % og 1,0 % av kanningunum eru positivar. Tað gevur ábendingar um, at tølini fyri
2026 kunnu gerast hægri enn í 2025, tá prosentparturin av positivum kanningum var ávikavist 6,8
% fyri klamydia og 0,6 % fyri gonorre. Samsvarandi tølini vóru í 2024 ávikavist 9 % og 0,4 %.
Flestu av skrásettu tilburðunum av klamydia eru í aldursbólkinum 20-24 ár. Útvið tvífalt so nógvar
kvinnur sum menn eru kannað síðani 2024, men ein nógv størri prosentpartur av kanningunum hjá
monnum eru positivar.
Hagtølini stava frá Rannsóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum og eru greinað í Heilsustýrinum eftir
sama leisti sum Statens Serum Institut brúkar. Hesin háttur er eitt sindur øðrvísi enn tann, sum
Landslæknin brúkti fram til 2024, tá Heilsustýrið yvirtók uppgávuna. Tí ber ikki heilt til at samanbera
við eldri tøl.
Klamydia og gonorre
Klamydia og gonorre eru bakteriuligar ígerðarsjúkur, sum smitta gjøgnum óvart, kynsligt samband.
Ofta eru eingi sjúkutekin, men smitta kann kortini fara fram. Klamydia kann hava við sær sviða, tá
tú letur vatnið, flot og pínu í undirlívinum. Óviðgjørt klamydia kann elva til ófruktbæri (infertilitet) og
bruna í undirlívinum, tvs. í eggjaleiðarum hjá kvinnum og hjáeistrum hjá monnum. Gonorre kann
elva til somu sjúkutekin og avleiðingar, men kann eisini hava við sær eitt nú bruna í liðum.
Umráðandi at kanna og fyribyrgja
Hít veitir góða verju fyri bæði klamydia og gonorre. Eingin koppseting er tøk fyri sjúkurnar, og
smittan gevur tær ikki immunitet, tvs. at tú kanst verða smittað/-ur fleiri ferðir. Tí er umráðandi at
verja seg.
Hevur tú illgruna um kynssjúku, verður mælt til at lata teg kanna. Tess fyrr smittan verður funnin og
viðgjørd, tess lættari er at sleppa undan smittuárinum, og at smittan breiðir seg víðari. Kanningin
fer fram hjá kommunulæknanum og fevnir um eina landroynd ella potan. Klamydia og gonorre
verða viðgjørd við heilivági.