Eitt svar til Hans Ellefsen eftir samrøðuna í „Góðan morgun Føroyar“ 30. september 2026
Samandráttur
Henda greinin er eitt svar til sjónarmiðini, sum Hans Ellefsen førdi fram í „Góðan morgun Føroyar“ 30. september 2026. Semja er um, at fiski- og alivinnan skulu rinda eitt rímiligt gjald fyri rættin at gagnnýta felags tilfeingi. Men tað er ikki nóg mikið at staðfesta, at tilfeingisrenta er til. Avgerandi er, hvussu hon verður roknað, hvussu gjaldið verður kravt inn, og hvørjar avleiðingar tað fær fyri íløgur og kappingarføri.
Ráðstevnan í Løkshøll í 2023 vísti, at føroysku gjøldini vóru hægri enn hjá grannalondunum, og at skeivt skipað gjøld kunnu tálma samfelagsbúskaparligar lønsamar íløgur í nýggj skip, fiskaheilsu, umhvørvistøkni og virðisøking. Tað kann minka um kappingarførið, arbeiðsplássini og framtíðar skattainntøkurnar – og harvið eisini ta tilfeingisrentu, sum samfelagið kann fáa lut í.
Uppboðssøla er heldur ikki ein vandaleys loysn. Við uppboðssølu verður gjaldið fyri rættindini ásett frammanundan og skal rindast, hóast fiskaprísurin lækkar, kvotan minkar, fiskiskapurin svíkur ella aðrir kostnaðir hækka. Gjaldið kann tí føra til at eitt yvirskot verður til undirskot og harvið tálmar váðin nýggjum íløgum. Verður vinningurin hinvegin skattaður, lagar gjaldið seg eftir veruliga úrslitinum: Nógv verður goldið í góðum árum, minni í vanligum árum og einki, tá eingin vinningur er.
Uppboðssøla økir eisini um miðsavningina og geva teimum størstu og best fíggjaðu fyritøkunum ein fyrimun. Ynskja vit meira miðsavnan? Sleppa útlendsk reiðarí at bjóða uppá føroyskum rættindum, samstundis sum føroysk reiðarí ikki hava samsvarandi atgongd uttanlands, verður kappingin ikki javnbjóðis. Útlendsk reiðarí, sum longu hava skip, rakstur og tøka veiðuorku, hava lægri marginalkostnað og bjóða tí hægri enn føroysk reiðarí, sum skulu fíggja allan raksturin við støði í føroysku rættindunum. Avleiðingin er at rættindi og virksemi flytur av landinum, og at grundarlagið undir føroyska flotanum, føroyskum arbeiðsplássum og avleiddum virksemi viknar. Lønir verða ikki skattaðar í Føroyum, vinningur heldur ikki.
Tí eigur skatturin at verða lagdur á staðfestan vinning – ikki framleiðslu – og byggja á veruligar roknskapir, lønir, váða og íløgur. Málið eigur ikki at vera størst møguliga inntøka í einum góðum ári, men størst møguligt og varandi virði fyri føroyska samfelagið.
Grein. Í samrøðuni í „Góðan morgun Føroyar“ 30. september førir Hans Ellefsen fram, at marknaðurin er eitt amboð og ikki eitt endamál, at rætturin at fiska og ala hevur eitt virði, og at tann tilfeingisrenta, sum stavar frá hesum avmarkaðu rættindum, eigur at koma
samfelagnum til góðar. Hann nevnir eisini uppboðssølu sum ein hátt at fáa tilfeingisrentuna inn og møguleikan fyri at nýta inntøkurnar til at lækka aðrar skattir.
Eg eri samdur í sjálvum grundsjónarmiðinum: Fiskatilfeingið og aliøkini eru felags tilfeingi, og vinnurnar skulu rinda eitt rímiligt gjald fyri serliga rættin at gagnnýta tey.
Men semja um meginregluna svarar ikki teimum avgerandi spurningunum:
· Hvussu stór er tann veruliga tilfeingisrentan?
· Hvussu nógv av yvirskotinum stavar frá náttúrutilfeinginum?
· Hvussu nógv stavar frá íløgum, váða, dugnasemi og nýskapan?
· Hvussu skal gjaldið krevjast inn, uttan at skilagóðar íløgur verða steðgaðar?
· Og hvussu høgt kann gjaldið vera, áðrenn tað skaðar samlaða búskaparliga úrslitið?
Tað er júst her, at ein yvirskipað búskaparlig frágreiðing ikki er nóg mikið.
Løkshøll gav eina nógv meira fjølbroytta mynd
Á ráðstevnuni um tilfeingisrentu og tilfeingisgjøld í Løkshøll 17. mars 2023 var breið semja um, at vinnurnar skulu rinda tilfeingisgjald. Men sambært almennu samanumtøkuni hjá Búskaparráðnum røkkur semjan ikki nógv longri enn tað. Ósemja var bæði um støddina á gjaldinum og um, hvussu tað eigur at verða kravt inn.
Samanumtøkan staðfestir eisini, at Føroyar søguliga hava verið tíðliga úti við víðfevndum tøku- og tilfeingisgjøldum, og at upphæddirnar, sum eru tiknar inn, hava verið hægri enn í grannalondunum. Norra hevði tá einki tilfeingisgjald á fiskivinnuna, og íslendska gjaldið varð lýst sum ein brotpartur av tí føroyska.
Tað er sostatt fakligt grundarlag fyri at siga, at føroyska avgjaldstrýstið á hesar vinnur var millum tey hægstu í londunum, sum vit vanliga samanbera okkum við.
Týdningarmesta niðurstøðan úr Løkshøll var tó ein onnur: Gjøldini mugu ikki gerast so skeiklandi, at tey broyta annars skilagóðar íløguavgerðir, minka um íløgurnar ella forða fyri burðardyggari menning.
Skatta vinning – ikki framleiðslu og íløgur
Karen Helene Ulltveit-Moe, professari og fyrrverandi forkvinna í norsku tilfeingisskattanevndini, førdi í Løkshøll fram, at ein yvirskotsgrundað skipan er tryggari enn eitt fast gjald fyri hvørt kilo. Orsøkin er einføld: Eitt kilogjald verður goldið uttan mun til, um fyritøkan hevur stórt yvirskot, lítið yvirskot ella undirskot. Tað kann tí gera eitt lítið yvirskot til undirskot. Eg má staðfesta at vit standa við hesum trupulleikanum nú prísurin á fiski sveiggjar sera nógv.
Hon legði eisini dent á, at ein serskattur ikki eigur at ávirka íløguáhugan, og at bert tann parturin av framleiðsluni, sum er knýttur at náttúrutilfeinginum á sjónum, eigur at verða serskattaður – ikki virðisøkingin á landi, smoltframleiðsla, virking og onnur vinnulig menning.
Hetta er eisini í samsvari við meginregluna, sum Búskaparráðið sjálvt hevur sett fram: Tað er rætturin at veiða ella nýta aliøkið, sum skal bera gjaldið – ikki øll framleiðsla og virðisøking, sum fer fram rundan um rættin.
Skulu vit veruliga skatta tilfeingisrentu, eiga vit tí at skatta staðfestan vinning eftir veruligar kostnaðir og eitt rímiligt avkast av íløgdum kapitali. Ein skipan kann bara kallast nøkulunda neutral, um fyritøkan fær fullan og rættstundis frádrátt fyri íløgur og tap, og landið ikki bara tekur lut í góðu árunum, men letur vinnuna bera allan váðan í teimum ringu.
Alt óvanligt yvirskot er ikki tilfeingisrenta
Í kjakinum verður ofta sett líkamerki millum høgt yvirskot og høga tilfeingisrentu. Tað er ov einfalt.
Føroyska alivinnan hevur ikki bara góð náttúruviðurskifti. Hon hevur gjørt stórar íløgur í smoltstøðir, størri smolt, alitøkni, fiskaheilsu, avlúsing, skip og virking. Á ráðstevnuni vísti Ragnar Nystøyl á, at góða føroyska úrslitið bæði stavar frá náttúrugivnum fyrimunum og dugnasemi hjá føroysku fyritøkunum. Betri fóðurúrtøka, størri tøkuvekt, lægri felli og styttri tíð á sjónum eru ikki komin av sær sjálvum.
Bård Misund legði somuleiðis dent á, at búskaparfrøðin ikki er einmælt um, hvussu nógv av óvanliga lønseminum í alivinnuni er tilfeingisrenta. Ein partur kann vera regulatiónsrenta (fyrimunar av rættindum), men ein annar partur kann stava frá dugnasemi, effektiviteti, nýskapan og váðafýsni hjá einstøku fyritøkuni.
Tað sama er galdandi í fiskivinnuni. Tá ein fyritøka gagnnýtir fiskin betur, mennir nýggjar vørur, fær hægri prís, minkar um oljunýtsluna ella skipar raksturin betur, er virðisøkingin ikki sjálvvirkandi tilfeingisrenta.
Eitt ástøðiligt „vanligt avkast“ – til dømis seks prosent – kann tí ikki einsamalt avgera, at alt avkast omanfyri hetta mark er tilfeingisrenta. Avkastkravið má endurspegla veruliga fígging, rentustøði, príssveiggj, biologiskan váða, gjaldoyraváða og møguleikan fyri stórum tapum.
Roknistykkið má byggja á veruleikan
Hetta er eisini kjarnin í mínum atfinningum at fleiri av teimum útrokningum, sum Hans Ellefsen áður hevur víst til.
Úrslitið av einari tilfeingisrentu-útrokning verður í stóran mun avgjørt av fortreytunum:
· Verður ein ov lág løn sett fyri arbeiðið hjá manningini?
· Verður tikið hædd fyri, at skip hava tvær manningar?
· Er avkastkravið sett ov lágt (6%)?
· Verða veruligu íløgurnar og fíggingarkostnaðurin roknað við?
· Verður verandi, politiskt ásetti flotin brúktur, ella ein ástøðiligur optimalan flota?
· Verður øll virðisøking oman fyri eitt ásett normtal kallað tilfeingisrenta?
Um lønin í roknimyndlinum verður sett lægri enn lønin sambært sáttmálum og veruligum arbeiðstíðum, verður roknaða tilfeingisrentan sjálvandi hægri. Um avkastkravið verður sett ov
lágt, hendir tað sama. Og um roknað verður við einum „optimalum“ flota (færri skipa enn eru í flotanum) enn tí, sum politiska skipanin hevur loyvt og eggjað til, verður tann roknaða rentan aftur hægri. Yvirskotið byggir ikki at veruligar útreiðslur tí roknað verður við færri skipum.
Ein búskaparligur myndil er ikki ein óheft sannroynd. Hann vísir úrslitið av teimum fortreytum, sum verða lagdar inn í hann.
Ítøkiligar verkætlanir skulu roynast – ikki bara ástøðið
Professararnir Bård Misund, Petter Osmundsen og Ragnar Tveterås eru ikki prinsipielt ímóti at skatta tilfeingisrentu. Men teir ávara ímóti at halda, at ein skattur, sum er neutralur á einum skriviborði, eisini verður neutralur í veruliga vinnulívinum. Í einari verkætlanargreining av aling vístu teir á, at ein ávís tilfeingis-skattaskipan kundi gera lønsamar og samfelagsbúskaparliga gagnligar verkætlanir ólønsamar fyri fyritøkuna. Serliga vóru kapitaltungar loysnir sum aling til havs og afturlatin ella hálvafturlatin anlegg viðkvom.
Teirra niðurstøða var ikki, at eingin skattur kann krevjast inn. Tvørturímóti mettu teir, at rúm kundi vera fyri einum avmarkaðum tilfeingisskatti. Men skipanin má roynast ímóti veruligum verkætlanum, veruligum íløguavgerðum og veruligum fíggingartreytum. Í fakligu frágreiðingini frá Universitetinum í Stavanger verður eisini víst á, at ein fullkomiliga neutralur skattur kann hugsast í ástøði, men er sera torførur at gera neutralur í verki. Tí mugu grundarlagið, avleiðingarnar og møguligu skeiklingarnar kannast gjølla, áðrenn skatturin verður settur í verk.
Hetta er eitt grundleggjandi mótsvar til uppáhaldið, at ein skattur á „reina tilfeingisrentu“ ikki kann ávirka íløgurnar. Tað veldst um, hvussu tilfeingisrentan verður mátað, nær skatturin verður goldin, hvørjar útreiðslur verða góðkendar, og hvør ber váðan, um íløgan miseydnast.
Fiskivinna og alivinna eru ikki tað sama
Ein annar veikleiki er at viðgera fiskivinnu og alivinnu sum nærum sama skattliga fyribrigdið.
Fiskirættindi eru knýtt at fiskastovnum og millumtjóða avtalum. Hesin rættindi er knýtt at Føroyum og virksemið kann tí ikki uttan víðari flyta.
Alivinnan er hinvegin merkt av stórum lívfrøðiligum váða og altjóða kapping um, hvar næsta íløgan verður gjørd. Kapitalur, tøkni og leiðsluførleiki kunnu flyta millum Føroyar, Skotland, Ísland, Noreg, landaling og aling til havs.
Tað merkir ikki, at alivinnan sleppur undan at rinda. Men tað merkir, at eitt ov høgt ella skeivt gjald kann flyta íløgur og førleikar, hóast sjálvt aliøkið ikki kann flytast.
Tí kann sama einfalda skattauppskrift ikki uttan víðari nýtast til báðar vinnurnar.