Lýsing eftir heilsuhjálparum í avloysarastørv

Vit hava tørv á summarferiuavloysarum, tá okkara starvsfólk fara í summarfrí. Ert tú heilsuhjálpari og dámar at arbeiða við fólki og veita umsorgan, so hevur tú møguleika at søkja avloysarastarv hjá okkum.

Nánd er Heimatænastan fyri borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu. Nánd fatar um heimatænastuna, staðsett í Leirvík, sambýlir í ávikavist Norðragøtu, Leirvík og Fuglafirði og dagtilhald í Doktarahúsinum í Fuglafirði.

Felags køkurin er á sambýlinum Vesturstovu í Fuglafirði.

Í Nánd starvast sjúkrarøktarfrøðingar, ergo- og fysioterapeutar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk, køksstarvsfólk, bussførarar og reingerðarfólk.

Okkum tørvar avloysarar í heimatænastuni og á teimum trimum sambýlunum.

Vit leggja dent á:

  • Persónsrættaða umsorgan
  • Endurmenning
  • Tvørfakligt samstarv
  • Eitt lærandi umhvørvi

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi og jaligt arbeiðsumhvørvi
  • Eitt meiningsfult og gevandi arbeiði
  • Góða innleiðslu og upplæring
  • Góðar arbeiðsumstøður
  • Gott samstarv við aðrar fakbólkar
  • At venja ókeypis á Miðstøðini í Leirvík

Setan og løn
Starvið er tímalønt sambært sáttmála við Heilsuhjálparafelag Føroya og KAF/Fíggjarmálaráðið.  

Umsóknir
Umsókn við prógvi og CV skal sendast við telduposti til: nand@eystur.fo ella í brævi til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta.

Tú kanst eisini søkja talgilt á okkara heimasíðu: søk starv

____________________________________________________________________

Tú kanst lesa meira um okkara virksemi í Nánd her