Í gjárkvøldið kl. 19:00 byrjaðu stórmøtini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum verða við Tjarnir hetta vikuskifti. Á skránni eru møtir og tiltøk til bæði børn, ung og vaksin.

Fyrsta møtið var í høllini kl. 19 í gjárkvøldið, har Torleif Johannesen talaði og manskórið úr Thabor í Fuglafirði sang. Yvirskriftin fyri møtið vr ‘Skriftin eina’.

Eitt junior-tiltak var til tey størru børnini samstundis sum møtið var – og barnaansing var fyri tey smærru børnini. Øll byrjaðu tó saman inni í stórhøllini.

Stórmøtið kl. 19 var eisini sent á SJEY, stroymt á Trubodin.fo og á Rás1 á Televarpinum.

Teknmálstulkur var eisini, umframt at møtini vóru tulkaði til enskt umvegis headsett, ið vóru at fáa við kunningardiskin við inngongdina.

Ungdómsmøti var seinni um kvøldið

Seinni um kvøldið kl 21.30 var so eitt stórt ungdómsmøti, har Suni Justinussen talaði og Jóhanna Sámalsdóttir og Anna Lovisa Mýri, sum vit eisini kenna frá sendingini Hoydalar, sungu.

Øll eru hjartaliga vælkomin á Stórmøti. Skráin kann lesast inni á www.mission.fo.