Tann stóra føroyska bókaútsølan byrjar tann 9.apríl og heldur fram til flaggdagin,
Bókhandlarafelagið og Bókadeild Føroya Lærarafelags skipa útsøluni.
Aftur í ár er samlaða talið av bókum høgt við sløkum 400 ymiskum titlum
Hesa ferð kunnu kanska serliga tey, sum leggja seg eftir at lesa og eiga føroyskan skaldskap, gera eitt stórt hál. Ein stórur partur av tí, sum er komið út hesi nógvu seinastu árini av skaldsøgum, krimi, stuttsøgum og yrkingum er við,
Bunkin av yrkisbókum er eisini trivaligur. Bygdasøgur, ævisøgur, siðsøgur, bøkur um mat og andalig viðurskifti liggja lið um lið við nógvar aðrar.
Og sum altíð eru eisini ein hópur av barnabókum, talið táttar hesa ferð upp ímóti 150 við evnum, sum fevna breitt: alt frá fittum ósekum bókum til tann lítla alvan til ræðubøkurnar, sum finnast millum ungdómsbøkurnar.
Tað koma nógvar bøkur út millum ár og dag, og áræðið at geva út hevur ongantíð bilað. Men tá ið støddin á upplagnum skal ásetast, verður ofta tikið ríviliga til. Tí liggja størri og minni uppløg eftir av bókum ymsastaðni. Hesum bókum bilar einki annað, enn at tær eru gamlar nýggjheitir. Og tað eru hesar bøkur, ið verða seldar fyri lítið og lætt.
Rit & Rák heldur bókaveitslu á torginum í SMS við øllum útsølubókunum, og útsølublaðið kemur eisini út á okkara heimasíðu okkara ritograk.fo