Mikudagin 11. februar kl. 17 verður nýggj sending á skránni á Alduni. Tað eru Jónstein Petersen og Brandur í Kongsstovu, sum vera vertir í sendingini “Seyðahundurin”, sum fer at taka fatt í alt rundanum seyðahundavenjing og kappingar. Nógv spennandi prát vera við fólk, sum fáast við seyðahundar, og vit hoyra um hvussu gongur í kappingunum kring landið.

4 sendingar vera í hesum umfarinum, tann fyrsta verður 11. februar og ein nýggj verður so send aðruhvørja viku fylgjandi vikurnar.