Í sambandi við at Deloitte Economics hevur gjørt eina frágreiðing um framtíðarútlitini fyri føroyska bústaðarmarknaðin var bjóða inn til seminar í Auluni á Finsen mánadagin 23. februar 2026 frá klokkan 8:30 til 11:30. Á seminarinum vóru niðurstøður og tilmælir í frágreiðingini løgd fram, umframt at tað verður skipa var fyri panelkjaki um bústaðarmarknaðin við støði í framløguni. 

Ein vælvirkandi bústaðarmarknaður er týdningarmikil fyri vøkstur og menning í einum samfelagi. Tí skulu haldgóðar loysnir finnast á ójavnvágini á føroyska bústaðarmarknaðinum, har útboðið av bústøðum ikki hevur megnað at fylgt við vaksandi eftirspurninginum, ið stavar frá tilflyting, hægri inntøku og broyttum bústaðar­ynskjum.

Frágreiðingin er gjørd av Deloitte Economics, og er fíggjað av LÍV, Tórshavnar Kommunu, Betri Banka, Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag. Ábyrgdina av innihaldinum í frágreiðingini hevur Deloitte Economics, og verður tað Majbritt Skov, ábyrgdarhavandi partnari í Deloitte, sum hevur framløguna í Auluni mánadagin. Umboð fyri nevndu stovnar luttaka í panelkjakinum eftirfylgjandi.