– Vit hava øll valt at lesa í Føroyum, og vit hava øll valt Fróðskaparsetur Føroya. Í dag fara vit út í samfelagið við ábyrgd, fakligheit og viljanum til at gera munM.a. soleiðis segði Marjun Nicodemussen m.a. í røðu síni sum umboð fyri tey lesandi, sum fríggjadagin fingu prógv í ávikavist sjúkrarøktarfrøði og hjánámi í føroyskum

Fríggjadagin 30. januar 2026 var prógvhandan í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn við tónleiki, røðum hjá rektara, landsstýriskvinnu í almenna- og heilsumálum og umboði fyri lesandi.

Fyri fýra árum síðani fór Fróðskaparsetur Føroya á fyrsta sinni undir at taka ein flokk inn á útbúgvingina í sjúkrarøktarfrøði á vetri, umframt um summarið.

Fríggjadagin fekk hesin fyrsti vetrarflokkurin so prógv á hátíðarhaldi í Kongshøll; tilsamans 11 sjúkrarøktarfrøðingar fingu prógv, umframt tvey, sum hava staðið hjánám í føroyskum á Føroyamálsdeildini.

Les alla greinina her: https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/progvhandan-nu-fara-vit-ut-i-samfelagid-at-gera-mun