Nakrir teirra, ið lærdu í RMV, fara at greiða frá sínari lærutíð og samtíðar samfelagnum, sum smiðjan var ein partur av.

Eftir krígslok tók menningin dik á seg í økinum eystanfyri við Skálafjørðin. Skip og virkir løgdust til, og brúk var harvið fyri tænastuvinnum. Ein lutur í hesum var Runavíkar Mekaniski Verkstaður. Undir skiftandi smiðjumeistarum eru nógvir lærlingar vorðnir sveinar í smiðjuni. Flestu teirra gjørdust seinri maskinmeistarar og mannaðu smiðjur og føroysk og útlendsk skip. Nakrir teirra, ið lærdu í RMV, fara at greiða frá sínari lærutíð og samtíðar samfelagnum, sum smiðjan var ein partur av.