So er kappróðurin spakuliga byrjaður, nú fyrstu ódnartøkini vórðu tikin í frálíka veðrinum í Norðagøtu leygardagin. Nógvir áskoðarir vóru møttir, og kundu vit øll njóta dagin saman við sólini, róðrunum, og øllum tí, Róðrarfelagið Tindur hevði skipað fyri at bjóða á kaiini. Har var okkurt bæði fyri góman og spenningin. Á Rás 2 gera vit eina roynd at taka samanum dagin og róðrarnar, har verturin Petur í Gong saman við gløggu viðmerkjarunum Jan Hermani Hansen og Peturi Hansen leiða okkum fet av feti gjøgnum úrslitini. Eisini fáa vit nakrar viðkomandi eygleiðingar frá John Høgnesen, sum man hava staðið mest sum upp og niður í at fyriskipa hesi væl eydnaðu fyrstu tøkini í ár. Vit verða aftur longu næsta mikudag somu tíð.
Kappróðrarsendingin á Rás 2 frá 08.05.2024

Aðrar greinar

Andrass Thomsen , stjóri í HSF

Montenegro-Føroyar, Rakul Wardum

Montenegro-Føroyar, Súna Krossteig Hansen

Jerusalem Prayer Breakfast – prát við Zvi Tal, sendiharri Ísraels í Danmark

Jerusalem Prayer Breakfast – prát við Sjúrður Skaale
