Runavíkar kommuna hevur seinastu nógvu árini arbeitt við og stuðlað undir at fáa jólahugnan sjónligan í økinum. Árligu tiltøkini Býarskáin og Jól við Løkin eru longu farin um bak og fram til jóla eru nógv áhugaverd og hugnalig tiltøk á skránni í kommununi. Í býnum og í bygdunum er riggað til við jólaprýði, og á grøna økinum millum Føroya Tele og Bláa Kross í Saltangará er Føroya størsti adventskransur at síggja.
Hvørt ár verða jólatrøini tendrað umleið fýra vikur undan jólum, og hetta verður millum annað hátíðarhildið við tónleiki og røðum. Í ár tendra jólatrøini 29. og 30. november. Brandbilurin við jólamonnunum vitjar eisini, og Nes Sóknar Musikkfelag fer at framføra til tiltøkini.
Í ár sær skráin soleiðis út:
Leygardagin 29. november 2025
13:30 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Oyndarfirði. Annfríð Hansen heldur røðu.
16:00 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Saltangará (Gula Smiðja). Bill Justinussen heldur røðu.
18:00 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar á Skála. Magni Højgaard heldur røðu.
19:00 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Skálafirði. Jógvan Andersen heldur røðu.
Sunnudagin 30. november 2025
13:30 Brandbilurin vitjar í Rituvík.
14:00 Brandbilurin vitjar í Lamba.
14:30 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Søldafirði. Jóannes Djurhuus heldur røðu.
15:15 Brandbilurin vitjar á Skipanesi.
16:15 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Funningsfirði. Sylverius Jacobsen heldur røðu.
17:00 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Elduvík. Óli Marnar Christiansen heldur røðu.
18:00 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Funningi. Jóhannes Johannesen heldur røðu.
19:15 Jólatræið og jólabygdin verða tendrað og brandbilurin vitjar í Æðuvík. Anna Kristiansen heldur røðu.






