Meiningarnar í hesi greinini eru meiningarnar hjá skrivaranum og ikki hjá Alduni.

Leygarkvøldið spældu hondbóltsmennirnir seg til HM-endaspælið fyri fyrstu ferð nakrantíð. Við tí koma Føroyar at spæla sítt sætta endaspæl av sjey teimum seinastu. Og tað endaspælið, sum glapp, manglaðu okkara menn einans eitt mál til at náa einum HM.

Kvinnurnar skula í desembur spæla sítt triðja endaspæl á rað. Tær hava spælt HM eina ferð har teir komu víðari til millumumfarið, millum annað við einum sigri á Spania, og eisini eitt EM og skula nú í Póllandi í desembur aftur spæla EM. Tað er heilt ótrúliga flott. Ikki minst tí tað í fleiri ár var tosa um, at kvinnurnar vóru eitt ár ella tvey aftanfyri mennirnar.

Mennirnir vóru í Berlin í 2024 við 5.000 fjepparum í rygginum. Tá var sagt, at hatta verður ikki endurtikið. Men eftir at hava mist HM í 2025 samlaðust 7.000 føroyingar í Oslo í januar í ár at stuðla monnunum. Tvey EM-endaspøl á rað og nú til eitt HM fyri fyrstu ferð. Og har møguleikarnir, alt eftir lutakastinum, sum verður 10. juni, so avgjørt eru góðir til at koma víðari til millumumfarið.

Við øllum hesum endaspølunum og teimum góðu úrslitunum sum heild, til dømis vann U21-landsliðið hjá monnum í fjør bronsu í HM, so eru vónirnar hjá undirritaða sera góðar hvørja ferð okkara landslið renna út á vøllin. Eg havi eingi krøv til okkara landslið, men eg vænti ein sigur hvørja ferð. Tískil verið eg eisini onkuntíð vónbrotin, tí eg veit eisini, at okkara ikki vinna allar dystirnar. Men vónirnar gera, at eg vænti, at í seinasta lagi í 2028 hevur í øllum førum annað av okkara A-landsliðum í hondbólti spælt eina hálvfinalu til eitt endaspæl.

So vendi eg aftur til spurningin í yvirskriftini. Hoyra vit til í heimselituni tá vit tosa hondbólt? Tað meti eg so avgjørt at vit gera. Gamaní fáa okkara menn tað meiri enn trupult móti londum sum Danmark og Fraklandi. Men hóast eg ikki vænti, at okkara vinna allar dystir móti øllum øðrum hvørja ferð so trúgvi eg, at okkara kunna vinna á øllum øðrum. Og hjá kvinnunum eri eg einans bangin fyri Noregi og Fraklandi.

Vit síggja eisini, at fleiri av okkara bestu leikarum spæla og koma at spæla á størri og størri adressum. Súna K. Hansen skal spæla Champions League við Buducnost, Pernille Brandenborg skiftir til Dinamo Bukarest, sum eisini spælir Champions League. So er tað Annika F. Petersen, sum ferð til Póllands, Jana Mittún spælir í Viborg og nú fer Marita Mortensen at spæla við Nykøbing F. Håndbold.

Hjá monnunum eru Hákun West av Teigum, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Vilhelm Poulsen longu profilar í Bundesliguni, sum er kanska sterkasta deildin í heiminum. Aftrat teimum er Óli Mittún ein stórur profilur í donskum hondbólti. Vit hava Allan Norðberg og Bjarna í Selvindi, sum er ein av mínum absoluttu favorittum, sum eru íslenskir meistarar. Pauli Høj var ein av bestu leikarunum hjá Bergsøy, sum eru fluttir upp í bestu norsku deildina og so hava Ísak Djurhuus Vedelsbøl, Tróndur Mikkelsen og Rói Ellefsen á Skipagøta spælt endaspæl í Svøríki.

Føroyskur hondbóltur anno 2026 er á góðum stað tá tað kemur til leikarar og venjarar og har hoyra vit so avgjørt til heimselituna.

Ásbjørn Nielsson Nattestad, landsliðsfjeppari