Hægri barnafrádrátt og betri systkinafrádrátt í Nes kommunu

Fíggjarætlanin hjá Nes kommunu fyri 2026 var endaliga samtykt á býráðsfundi 24. november.

Skattaprosentið er óbroytt 20,5 prosent, meðan barnafrádrátturin hækkar úr 7.000 kr. upp í 8.000 kr.

Harafturat verður nú eisini latin kvartur systkinafrádráttur fyri barn nummar 2. Higartil hevur verið latin systkinafrádráttur fyri triðja barnið. Broytingin merkir ein mánaðarligan lætta á kr. 550,- fyri familjur við tveimum ella fleiri børnum, um eldra barnið gongur í vøggustovu. Um eldra barnið gongur í barnagarði, er lættin kr. 475,-, meðan lættin er 250, – kr, um tað  gongur í frítíðarskúla.

Dagstovnagjøldini  verða óbroytt, og frítíðarkortið verður framhaldandi kr. 2.000 fyri børn og ung í aldrinum 0-18 ár.

Úrslitið á fíggjarætlanini er eitt avlop á 425 tkr.

Í 2026 verður peningur m. a. brúktur til:

Breiðka og tryggja vegin við Kornvatn
Gera gongugøtu millum Regnaveg og Lýðarsveg
Umvæling av ovaru síðu av 1981-skúlanum
Dagføring av kommunuskrivstovuni
Dagføring av Heilsumiðstøðini
Betra um útiøki skúlans
Umbyggja í barnagarðinum
Ymiskar ábøtur á ítróttarøkið á Svangaskarði
Ábøtur og asfaltering av kommunalum vegum
Halda fram at fullføra spillivatnsætlanina
Leggja nýggjan kaðal til pumpuskipanina á Toftavatni
Gera nýggja partin í kirkjugarðinum lidnan
Gera vinnuøkið við Rætt klárt at taka í nýtslu.
Gera brimverjuna í Oyrunum lidna
Byggibúning við Høganesvegin eins og við Regnavegin
 

Høvuðstølini í fíggjarætlanini fyri 2026 eru (í tkr.):

Rakstur:

§ 1 Kommunal fyrisiting                 8.226
§ 2 Almanna- og heilsumál            30.191
§ 3 Børn og ung                               18.290
§ 4 Undirvísing                                   5.735
§ 5 Mentan og frítíð                          6.828
§ 6 Teknisk mál                                   8.146
§ 7 Kommunalt øki                             3.985                                               
Rakstur í alt                                        81.401 

Íløgur:

§ 1 Kommunal fyrisiting                  2.425
§ 2 Almanna- og heilsumál           1.503
§ 3 Børn og ung                                       395
§ 4 Undirvísing                                     3.050
§ 5 Mentan og frítíð                                647
§ 6 Teknisk mál                                    4.369
§ 7 Kommunal virki                               497
Íløgur í alt                                                                             12.886

§ 20 Inntøkur

Rentur og rentustuðul                                   4.000
Kommunuskattur, felagsskattur v.m. -98.712
§ 20 Inntøkur í alt                                                        -94.712

Úrslit í alt                                                                            -425

Afturgjald av skuld                                                      2.910 

Nettoskuldin hjá Nes kommununu er dags dato 34,7 mió. kr., ið er 37,3 % av lániheimildini.

Tá ið allar ætlaðu íløgurnar eru lidnar við árslok 2026, verður nettoskuldin væntandi kr. 47.8  mió. kr., ið er áleið 45,9 % av  lániheimildini.

Býráðið í Nes kommunu ynskir framhaldandi at arbeiða fyri trivnaði, framburði og burðardyggari menning við skilagjóðari fíggjarstýring.