Leygardagin 22. novembur letur ein føroysk framsýning upp í
Stockholm.
11 listafólk úr ListGraFo eru boðin at stilla út í væl kenda Grafiska Sällskapet í
Hornsgatan midt í Stockholm.
Nils Ohrt, listfrøðingur, hevur hjálpt nevndini í ListGraFo at velja út verkini og
listafólkini. Hesi listafólk eru sloppin við:
Gunnleyg Durhuus, Edith Mørkøre, Rakel Helmsdal, Rikke Bak, Rannvá Holm
Mortensen, Maria Luihn, Birgit Kirke, Astri Luihn, Jóna Rasmussen, Michael Kjøller
Jacobæus og Annika Arge Gregoriussen.
Tórshavnar Grafiski Verkstaður, eisini róptur ListGraFo, varð stovnaður seinast í
1980-unum. Tórshavnar kommuna hevur stuðlað virkseminum har øll árini. Har
kunnu bæði professionell og áhugalistafólk arbeiða við alskyns grafiskari tøkni.
Annars hava grafikarar úr ListGraFo stillað út í Norðurlondum og aðrastaðni í Evropa
í nógv ár.
Verkstaðurin heldur til í stórum og ljósum hølum í stovuhæddini í Finsen út móti
Sjónleikarhúsinum. Tað er ein ikki-kommersiellur verkstaður við einum livandi og
kveikjandi umhvørvi.
Nógvir gestir, mest úr Norðurlondum, hava vitjað, arbeitt og stillað út har.
Tað er ein stórur heiður at vera boðin til tað kenda Grafiska Sällskapet og teirra
gallarí í Stockholm.
Listafelag Føroya ger samstundis eina ferð fyri limir sínar til Stockholm og verður hjá,
tá ið framsýningin letur upp
Framsýning við føroyskum grafikki í Stockholm

Aðrar greinar

Annað adventsljós tendrað í Runavikar kommunu. Dinna Jensen fekk heiðurin

Hondbóltssendingin við Ásbjørn N. Nattestad – Prát við Inga Olsen í Dortmund 05.12.25

Hondbóltsprát úr Dortmund – Pól Hendrik Andreasen, fysiskur venjari

Hondbóltsprát úr Dortmund – Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF

Hondbóltsprát úr Dortmund – Mikkjal Olsen
