Væleydnað ‘Vitan til varandi aling | VTVA 2025’ ráðstevna
31. oktober skipaði Firum fyri vísindaráðstevnuni Vitan til varandi aling | VTVA fyri fjórðu ferð. Undirtøkan var framúr góð, og luttakarar vóru føroyskir granskarar, fakfólk úr alivinnuni, umboð frá myndugleikum og lesandi. Ráðstevnan varð hildin á Hotel Hilton Garden Inn í Tórshavn.
Endamálið við ráðstevnuni er at savna granskarar og fakfólk úr ymsum stovnum og fyritøkum, so tey kunnu deila nýggjastu úrslitini og menna samstarv teirra millum. Vitanin hevur stóran týdning fyri vinnuna og myndugleikarnar, so tryggjast kann at vinnan verður á áhaldandi høgum støði, og burðardygg fyri samfelagið í Føroyum.
Eftir at landsstýriskvinnan Sirið Stenberg setti ráðstevnuna vóru 11 áhugaverdar framløgur skránni, har granskarar við drúgvum royndum løgdu fram nýggjastu kanningar og úrslit. Luttakarar fingu innlit í, hvat rørir seg innan gransking í Føroyum og í grannalondunum. Framløguhaldararnir komu frá norska Veterinærinstituttinum, Firum, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Bakkafrost, Avrik, Havstovuni og Granskingarráðnum.
Framløgurnar frá ráðstevnuni eru nú tøkar á heimasíðuni hjá Firum, trýst her
“At miðla granskingarúrslit er neyðugt. Og endamálið við ráðstevnuni Vitan til varandi aling er júst tað, at miðla granskingarúrslit, sum eru viðkomandi fyri føroysku alivinnuna. Eg haldi at ráðstevnan eydnaðist væl og eg haldi tað er so umráðandi at lyklastarvsfólk í alivinnuni, myndugleikar og granskarar savnast at umrøða vitanina og hvussu hon kann gagnnýtast. Samanumtikið eydnaðist ráðstevnan ser væl”, sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Firum.
Ráðstevnan endaði við einum pallborðsorðaskifti við yvirskriftini: Vantandi vitan til varandi aling, har umboð fyri alivinnuna og myndugleikar umrøddu møguliga nýggj granskingarátøk, sum kunnu styrkja vitanargrundarlagið fyri varandi aling.
Kunngjørt bleiv eisini at Vitan til varandi aling | VTVA 2026 verður 6. november komandi ár.
Sum liður í fyrireikingunum varð vísindanevnd sett, mannað við granskarum. Í nevndini sita Unn Laksá frá Sjókovanum, Eilif Gaard frá Havstovuni, Debes H. Christiansen frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Bárður Joensen frá Fróðskaparsetrinum og Ása Johannesen frá Firum.
Góðan dag Rás 2,
Vit hava lagt eitt nýtt tíðindaskriv út á heimasíðu okkara. Talan er um seinastu ‘Vitan til varandi aling’ ráðstevnuna, ið varð 31. Oktober 2025
Brot úr tíðindaskrivinum:
“At miðla granskingarúrslit er neyðugt. Og endamálið við ráðstevnuni Vitan til varandi aling er júst tað, at miðla granskingarúrslit, sum eru viðkomandi fyri føroysku alivinnuna. Eg haldi at ráðstevnan eydnaðist væl og eg haldi tað er so umráðandi at lyklastarvsfólk í alivinnuni, myndugleikar og granskarar savnast at umrøða vitanina og hvussu hon kann gagnnýtast. Samanumtikið eydnaðist ráðstevnan ser væl”, sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Firum.
Leinkja: Væleydnað ‘Vitan til varandi aling | VTVA 2025’ ráðstevna
Mynd við og uttan grafikk viðfest í hesum t-posti. Fleiri myndir eru tøkar á heimasíðuni undir greinini.
Annars eru tit vælkomin at fylgja okkara sosialu miðlum í leinkjunum niðanfyri:
Heimasíða: www.firum.fo
Facebook: https://www.facebook.com/Firum.fo
Instagram: https://www.instagram.com/firum.fo/
LinkedIn: https://www.linkedin.com/company/firum-fo/
Twitter X: https://www.x.com/FirumFo
YouTube: https://www.youtube.com/@firum-fo






