Bókaklubbadagur verður á Sunda bókasavni 31. oktober kl. 13-15! Dagurin er pakkaður við søguløtum, stuttligum gestum, tónleiki, bókapráti og góðum bókatilboðum. Eisini er kreativ verkstova við halloween-pynti, og kaffi/te/saft og okkurt gott afturvið er at fáa.

Kom og hoyr um Bókaklubban – Vilt tú verða limur og fáa eina bók í postkassan sjey ferðir um árið?

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin!

SKRÁIN:

· Søguløta – Bjarta bustar tenn + Bjarta verður stórasystir. Rithøvundurin Silja Aldudóttir lesur

· Børn viðmæla bøkur – Eyðbjørg og Lea ganga í 3. og 2. flokki og eru garvaðir lesarar.

· Tónleikur: Filip úr Hoydølum spælir

· Søguløta – Surr

· Hundamaður vitjar – tak eina mynd saman við Hundamanni!

· Hoyr um Bókaklubban – Fá eina bók í postkassan sjey ferðir um árið. Vilt tú verða limur?

· Søguløta – Gruffalo-omman

Allatíðina:

· Góð bókatilboð

· Halloween-ítriv

· Donuts og kaffi/te

· Gerst limur í Bókaklubbanum og fá fyrstu bókina beinanvegin

· Fá ein ókeypis ryggsekk ella húgvu frá LÍV, sum stuðlar tiltakinum