| Aftur í ár fara vit at bjóða eina spennandi barnaskrá leygardagin. Á pallinum: (spæliplássið)12:50 : Angela bjóðar vælkomin. 12:50 : Gyklarin Rógvi. 13:20 : Jóhanna Iversen syngur. 13:30 : Angela og Hannibal, familjuundirhald. 14:00 : Ævintýraferðin við bólki. Barnakonsert við kendum barnasangum. 14:30 : Silent disco, fyrstu ferð á barnaG! Á Spæliplássinum (13:00–15:00):* Tær frálíku og vælumtóktu eplasnurlurnar frá Irdi (Skopun) * Andlitsmáling * Komið og gerið tykkum eitt ballón svör ella kanska ein hund? * Hugnið tykkum við sápublöðrum * Málið ella teknið tykkum eitt G! minni. |
![]() Gyklarin RógviRógvi hevur í nógv ár undirhildið við sínum kynstri og dugir væl at fáa börn at undrast. Eisini er hann sera stuttligur. Börnini gloyma tíð og stað, tá ið Rógvi er á pallinum.Spennandi er at vita, hvat Rógvi fer at gykla á G!. ![]() Jóhanna SiversenHóast bert er 13 ár, hevur Jóhanna longu sungið nógv.Hon hevur vunnið sangkappingina Smsvox, sungið á festivalum, í sangleikum, á stevnum o.s.fr. Ein nýggj stjörna á komandi G! festivalinum. |
![]() Klovnurin Hannibal og AngelaÍ meira enn 27 ár, hava tey undirhildið bæði börnum og vaksnum. Hannibal tolir ikki at tapa, hann er altíð ov seinur og finnur ofta uppá okkurt, sum ikki riggar. Tað gongur ikki eftir ætlan hjá Angelu og Hannibali, men tey royna…um tað fer at eydnast í ár – ja, tað vita vit ikki… ![]() Ævintýraferðin við bólkiDánjal á Neystabö og Búi Dam seta hugflogið í gongd hjá bæði börnum og vaksnum, við sínum framúrskarandi barnasangum. Tað er altíð stuttligt at vera á konsert hjá teimum, og teir duga sera væl at fáa öll við á eina ferð gjögnum nógvar kendar og stuttligar sangir. |
![]() Silent Disco Fyrstu ferð á barnaG! |




