Farna vikuskifti varð seinasta umfar í liðkappingunum í donsku deildunum í badminton spæld.

Liðkappingarnar hava gingið sera væl hjá føroysku badmintonleikarunum. Rúni Øster og Miriam í Grótinum vunnu undanumfarið saman við sínum liðfeløgum, og skulu nú spæla um uppflyting í 2. deild.

Jónas Djurhuus og Árant á Mýrini gjørdust nummar tvey í undanumfarimum, og skulu sostatt eisini spæla um uppflyting í 3. deild. Spennandi verður at fylgja við, hvussu leikur fer fram.

Í komandi viku fer badmintonlandsliðið til altjóða kapping í Íslandi.

Landsliðsvenjarin Fai Yin Wong hevur úttikið hesar leikarar:

Rúni Øster

Christian Berg Petersen

Asbjørn Heide Olsen

Miriam í Grótinum

Bjarnhild í Buð Justinussen

Lena Maria Joensen

Ranja Joensen

Birna Jacobsen

Oddbjørg í Buð Justinussen

Sanna Thorkildshøj

Mia Thorkildshøj

Tað sermerkta við hesum liði er, at trý pør av systrum eru úttiknar. Sanna og Mia, Bjarnhild og Oddbjørg og Lena Maria og Ranja.