Andrass Joensen var aftur millum heimsins fremstu triatletar í sínum aldursbólki, tá hann sunnudagin 13. september kappaðist í IRONMAN 70.3 World Championship í Nice í Fraklandi. Andrass gjørdist nr. 19 av 194, sum fullførdu í aldursbólkinum M60–64.
IRONMAN 70.3 World Championship er heimsmeistarakappingin á hálvum Ironman-teini og er bert fyri íðkarar, sum hava vunnið sær rættin til luttøku í einari kvalifikatiónskapping. Andrass vann sær plássið til HM við einum øðrumplássi í IRONMAN 70.3 Helsingør fyrr í ár. Kappingin í Nice fór fram yvir tveir dagar við fleiri enn 6.000 age-group íðkarum úr umleið 130 londum.
Teinurin var 1,9 kilometrar svimjing í Miðjarðarhavinum, 90 kilometrar súkkling í fjøllunum aftan fyri Nice og at enda 21,1 kilometrar renning eftir Promenade des Anglais.
Svimjingin byrjaði eitt sindur striltið hjá Andrassi. Nógv fólk vóru í sjónum, og lága sólin gjørdi tað trupult at síggja eina av boyunum. Hann metir sjálvur, at hetta kostaði honum einar tveir til tríggjar minuttir, áðrenn hann fann eina góða rytmu og vann nakað av tí mista aftur.
Á súkkluni gekk munandi betur. 90 kilometra teinurin var sera krevjandi við longum og brøttum uppkoyringum. Eftir fyrstu umleið 10 kilometrarnar á sløttum gekk leiðin niðan í móti umleið 950 metra hædd, áðrenn ein long og teknisk omanbrekka førdi íðkararnar aftur móti Nice. Andrass koyrdi seg fram um ein stóran part av kappingarneytunum og fór út á hálvmaraton-renningina á umleið 12. plássi.
Fyrstu 14 kilometrarnar av renningini helt hann eina ferð á umleið 4:50 min/km. Men við 28–30 hitastigum gjørdist seinasti parturin sera tungur, og Andrass mátti lækka ferðina. Kortini stríddi hann seg á mál sum nr. 19 av 194 í einum sterkum altjóða M60–64 felt.
– Tað var sera hart, men eg stríddi meg á mál sum nr. 19 av 194, so eg eri sera væl nøgdur. Eg kappist ímóti fleiri fyrrverandi elituíðkarum, sum hava persónligar venjarar og regluliga venja í heitum londum. Tí er tað stórt hjá mær at kunna kappast seriøst við heimsins bestu í mínum aldursbólki, sigur Andrass Joensen.
Úrslitið leggur seg afturat einum sera sterkum 2026 hjá Andrassi. Í juli vann hann aldursbólkin M60–64 í IRONMAN 70.3 Jönköping European Championship við tíðini 4:44:19.