Vit eru ørkimla av uppskotinum til nýggja miðlastuðulslóg, sum nú er lagt fyri Løgtingið. Hóast endamálið sigst vera at styrkja smærri miðlar og skapa eitt fjølbroytt miðlalandslag, kann úrslitið gerast tað øvugta: at verandi miðlar verða útihýstir frá stuðulsskipanini.

Í hoyringssvari sínum gjørdi Aldan greitt vart við, at kravið um fastsett redaksjonell ársverk kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri smærri miðlar. Aldan hevur ikki enn fíggjarliga orku til at seta fólk í føst størv í tí vavi, sum uppskotið krevur. Hinvegin verður eitt stórt arbeiði gjørt av fólki, sum arbeiða parttíð og sum fríyrkisfólk. Samlaða arbeiðsorkan og útreiðslurnar svara til nærum tvey ársverk.

Hóast hetta kann Aldan eftir nýggju reglunum missa møguleikan at fáa miðlastuðul, tí arbeiðið ikki er skipað í føstum størvum.

Hetta er ein grundleggjandi mótsøgn. Fyri at fáa stuðul til at menna virksemið og skapa føst størv, skal miðilin frammanundan hava fíggjarliga orku til at hava fólk í føstum starvi.

Mentamálaráðið viðurkennir trupulleikan

Í svarinum til hoyringssvarið hjá Alduni viðurkennir Mentamálaráðið, at kravið um fast starv kann raka miðlar, sum byggja á fríyrkisfólk og sjálvboðið arbeiði. Ráðið staðfestir eisini, at broytingin ikki uttan fyrivarni kann sigast at vera ein fyrimunur fyri hvønn einstakan verandi miðil.

Kortini verður hildið fast við uppskotið.

Enn meira merkisvert er, at Mentamálaráðið í sínum svari upplýsir, at ráðið við verandi starvsfólkaorku ikki hevur møguleika at gera greiningar av føroyska miðlalandslagnum ella eina samanbering við grannalondini, áðrenn uppskotið verður lagt fyri Løgtingið.

Ráðið lýsir sjálvt uppskotið sum eina politiska millumloysn.

Samstundis stendur í lógaruppskotinum, at broytingarnar fara at hava jaligar avleiðingar fyri miðlavinnuna.

Hvussu kann Mentamálaráðið staðfesta, at broytingarnar fara at hava jaligar avleiðingar fyri miðlavinnuna, tá ráðið samstundis viðurkennir, at neyðugar greiningar ikki eru gjørdar, og at ávísir verandi miðlar kunnu verða raktir negativt?

Hetta er ein spurningur, sum Løgtingið eigur at fáa eitt greitt svar uppá, áðrenn lógin verður samtykt.

Hví gera skipanina so fløkta?

Vit seta eisini spurnartekin við, hví tað skal vera neyðugt at gera eina so samansetta stuðulsskipan, har miðlar skulu lúka ymisk ársverkskrøv, setanartreytir og útrokningarreglur fyri at fáa stuðul.

Ber tað ikki til at gera eina einfalda og gjøgnumskygda skipan, sum tekur støði í veruligum miðlavirksemi, dokumenteraðum rakstri og redaksjonellari framleiðslu?

Í Noregi eru serligar stuðulsskipanir fyri lokalradio, sum millum annað taka hædd fyri sendiútreiðslum og avmarkaðum fíggjarligum møguleikum hjá smærri útvarpsstøðum. Tað ber at skipa miðlastuðul við atliti at ymiskum rakstrarháttum.

Aldan er ikki ímóti krøvum til miðlar, sum fáa almennan stuðul. Tvørturímóti eiga krøvini at vera greið, objektiv og møgulig at eftirkanna. Men tað eigur at vera veruliga miðlavirksemið, sum er avgerandi – ikki um arbeiðið verður gjørt av einum føstum starvsfólki ella fleiri fólkum við ymiskum setanar- og samstarvsavtalum.

Ein áheitan á Løgtingið

Aldan heitir tí á Løgtingið og Mentanarnevndina um at endurskoða ársverkskrøvini, áðrenn uppskotið verður samtykt.

Vit mæla til, at stuðulstreytirnar verða grundaðar á veruligt og regluligt miðlavirksemi, skjalprógvaða redaksjonella arbeiðsorku og rakstrarútreiðslur, heldur enn eitt krav um ein ávísan setanarform.

Tað eigur at vera møguligt hjá einum etableraðum miðli, sum hevur virkað í fleiri ár, at fáa stuðul, hóast fíggjarliga orkan enn ikki røkkur til fastar setanir.

Ein miðlastuðulslóg eigur at hjálpa smærri miðlum at vaksa og skapa arbeiðspláss – ikki útiloka teir, tí teir enn ikki hava fíggjarliga orku til tað.

Aldan ynskir ikki serstøðu! Vit ynskja eina rættvísa, einfalda og gjøgnumskygda skipan, sum gevur øllum veruligum føroyskum miðlum møguleika at søkja stuðul eftir somu sakligu meginreglum.

Endamálið má vera at styrkja eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt føroyskt miðlalandslag.

Setið krøv til veruligt miðlavirksemi – ikki til ein ávísan setanarform.

Aldan – Hitt Radio