Aldan fer fríggjadagin 1. mai at senda beinleiðis úr Hvalba. Sendingin verður millum kl. 13 og 17, og lurtarar kring landið fáa høvi at fylgja við í einari livandi og fjølbroyttari sending.

Aldan er eitt føroyskt útvarp, sum sendir alt samdøgrið – bæði á netinum og á FM. Rásin leggur dent á góðan tónleik, stutt tíðindi og innsløg um fólk og lívið kring landið. Við beinleiðissendingini úr Hvalba verður aftur sett fokus á lokalsamfelagið í Hvalba.

– Vit koma nærri lurtaranum og vísa, hvat rørir seg kring landið. Hvalba er eitt spennandi stað við góðum fólki og søgum, sum vit gleða okkum at bera út til lurtararnar, sigur Aldan.

Lurtarar kunnu fylgja sendingini á heimasíðuni www.aldan.fo ella í appini “ALDAN HITT RADIO”, tá tað passar teimum.