Margitt Gaard Joensen og Birgitt Ryan eru tvær sannar KÍ-kvinnur, sum hava sett síni spor í felagið sum leikarar.

Í sendingini greiða tær frá minnunum, avbjóðingunum og stóru løtunum frá teirra tíð á vøllinum og øllum meistara-heitunum.

Tær hava saman við øðrum kvinnum verið við til at byggja grundarlagið undir tí sterka kvinnuliðið, sum KÍ hevur í dag.

Nú lata tær royndir og virðir víðari til næsta ættarlið, samstundis sum tær framvegis eru ein partur av umhvørvinum kring liðið.

Ein áhugaverd og hjartanemandi søga, sum væl kundi fylt fleiri sendingar.

Kvinnan og Bólturin setur ljós á kvinnufótbólt hesafer hjá KÍ.