Runavíkar kommuna bjóðar vinnuni í kommununi framvið til vinnukaffi mikudagin 27. mai.

Vinnu- og havnanevndin kunnar um hvat kommunan arbeiðir við á vinnu- og havnaøkinum. Harnæst kemur Gunnar Nielsen, stjóri í Effo, at greiða frá um virksemi hjá Effo í samband við nýggju orkugoymsluna í Søldarfirði.

Sambært vinnunevndini er endamálið at styrkja um samskifti og samstarvið við vinnuna í kommununi.

Tiltakið verður í Gulu smiðju og byrjar kl.08.30, og varar í okkurt um ein tíma. Ikki er neyðugt við tilmelding.