Strámenn spældu fyrstu ferð saman í 2018 til Grannakaffi í Miðvági. Tað vant so líðandi uppá seg við spælinum. Eftir hetta hava framførslur verið av ymiskum slagi gjøgnum. Á Contry Festivalinum byrjaði tað sum “syngi við” í tjaldinum við Countrygøtuna.

✅ Atgongumerki fáast til sølu á 👉🏻www.country.fo

Seinastu tvey árini hava teir spælt á Stakkapalli. Tónleikaskráin fevnir um bluegrass, country og fólkatónleik. Í ár fara teir á pall at framføra, har øll løgini eru sangir hjá Jóan Jakku Guttesen, sála ❤️

👉🏻 Hesuferð eru Strámenn:

✔️Remi – gittar og sang

✔️ Michael – fiól og mandolin

✔️John Edvin – bass

✔️Marner – gittar og sang

✔️ Páll: banjo og sang

✔️Árni – gittar og sang

✔️ Severin – harmoniku og ljómborð

✔️Einar – trummur

“Country Festivalurin – Har Country hittini, hittast”