Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undirskrivað eina samstarvsavtalu, sum merkir, at
Trygd verður høvuðsstuðul hjá føroyskum kappróðri næstu trý kappingarárini.
Avtalan fevnir um kappingarárini 2026, 2027 og 2028 og hevur til endamáls at styrkja og
menna føroyskan kappróður – bæði á sjónum og arbeiði, ið verður gjørt í sambandi við
stevnurnar kring landið.
Samstarvið snýr seg ikki einans um fíggjarligan stuðul. Trygd fer eisini at lata útgerð og lutir
til rógvarar og feløg, so sum bjargingarvestar og annað, ið kann betra um trygdina og
trivnaðin í ítróttinum. Øll 28 kappróðrarfeløg í landinum fáa til dømis bjargingarvestar frá
Trygd.
«Vit eru sera fegin um, at Trygd verður okkara høvuðsstuðul. Samstarvið er við til at styrkja
føroyskan kappróður – við Trygd fáa vit betri møguleikar at menna íðkarar og ítróttin sum
heild umframt at skapa góðar og tryggar upplivingar bæði til venjingar og kappingar», sigur
Petur Hansen, formaður í Róðrarsambandinum.
«Vit eru errin av at gerast høvuðsstuðul hjá føroyskum kappróðri, sum er ein so
týdningarmikil partur av okkara mentan og samleika. Umframt fíggjarligan stuðul gevur
henda samstarvsavtalan góða meining fyri báðar partar, tí vit umframt fíggjarliga stuðulin
kunnu vera við til at styrkja trygdina á sjónum» sigur Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd
Samstarvsavtalan merkir samstundis eisini, at báturin við flest stigum, fer at bera
búmerkið hjá Trygd. Norðoyastevnan er tann fyrsta í røðini og er 29.-31. mai.