Vælkomin til Roðaleikir í Roðanum 2026. Dagurin verður hildin 23. apríl í Bylgjuni í Runavík frá kl. 10.00 til 14.00.
Talan er um ein dag, har heimabúgvandi pensjónistar, ið búgva í teimum trimum kommununum, Nes, Sjóvar,- og
Runavíkar kommunu, hava møguleika at luttaka í einum stuttligum og virknum degi, har lið kappast ímóti hvørjum øðrum.
Kappingarnar verða ymiskar og fjølbroyttar, men endamálið er fyrst og fremst at fáa ein góðan og stuttligan dag saman.
Nakrar uppgávur verða loystar í felag sum lið, meðan aðrar krevja, at ein á liðnum roynir seg, meðan hini stuðla.
Millum annað ber til at royna seg við at sláa seym, minnast ymisk ting, kasta og lofta – og sjálvandi verður eisini ein
stuttlig stafett.
Ábit verður á middegi og vinnandi liðið verður kosið.
Kostnaður fyri luttøku er 100 kr.
Luttøka skal fráboðast við at senda teldupost til brynhildn@rodin.fo við navni, bústaði og telefonnummari ella ringja á
tlf: 478362, innan 16. apríl 2026. Um ynskiligt er at vera á liði saman við einum, tú kennir, kanst tú viðmerkja tað, tá tú
meldar teg til
Roðaleikir 23. apríl í Bylgjuni