Valevni hittast í Alduni – beinleiðis sending

Aldan – Hitt Radio skipar fyri einum opnum tiltaki, har øll valevi eru vælkomin at koma framvið og luttaka í einari beinleiðis sending.

Sendingin verður send bæði í útvarpinum og á YouTube, har valevni kunnu heilsa upp á hvønn annan, tosa saman og koma við viðmerkingum um tað, tey arbeiða fyri og vilja gera í politikki.

Tiltakið er óformelt. Her er høvi hjá valevnum at møtast, práta og seta orð á síni sjónarmið í einum avslappaðum umhvørvi, og tú kanst fylgja við.

Øll valevni eru vælkomin at koma framvið – eisini bara fyri at heilsa upp á og taka orðið eina løtu.

Vit senda beinleiðis á FM, heimasíðu, APP og á Facebook, har vit stroyma við myndum!