Almannaverkið søkir eftir fleiri starvsfólkum til Skálagarð í Klaksvík. Skálagarður er bú-, endurmenningar- og umlættingardepil fyri fólk við seinheilaskaða.

Tørvur er á fleiri sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum og heilsuhjálparum at byrja skjótast gjørligt. Um vit ikki fáa nóg nógvar umsøkjarar við nevndu útbúgvingum, kunnu vit seta hjálparfólk í fast starv.

Fólkini, sum búgva á Skálagarði, eru skerd orsakað av heilaskaða.

Høvuðsuppgávan er at veita røkt, umsita og geva heilivág og at hjálpa og vegleiða í heilsuligum umstøðum. Dentur verður lagdur á at stuðla borgarunum til lívsgleði, sjálvbjargni og til sjálvræðið.

Tey, sum verða sett í starv á Skálagarði, fáa bjóðað góða innleiðslu og upplæring í starvinum.

Uppgávur

Starvið er innihaldsríkt, og tú kemur at arbeiða saman við fakliga dugnaligum starvsfólkum í einum tvørfakligum toymi.

Á Skálagarði verður arbeitt við endurvenjingarætlanum og við viðlíkahaldsvenjing. Tú skalt samstarva við borgaran, við starvsfelagar og við avvarðandi um at náa setta málinum um at endurvinna og at viðlíkahalda verandi førleikar. Nógv samstarv er við deildina Venjing í Almannaverkinum og við Klaksvíkar Sjúkrahús.

Dentur verður lagdur á at stuðla og eggja húsfólkunum til at verða virkin, at luttaka í samfelagnum kring seg og at skapa góð sínámillum sambond.

Vit ynskja at skapa innihald í dagarnar, sum er við til at viðlíkahalda verandi førleikar og at menna nýggjar. Húsfólkini skulu fáa eina tænastu á høgum støði, og tí er neyðugt at skapa fortreytir fyri menning og gróðrarbotn fyri sjálvbjargni, sum er í samsvar við egnan tørv, virðir og normar.

Um størvini og útbúgving

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsrøktarum og heilsuhjálparum. Talan er um fulltíðarstørv, við møguleika fyri niðursettari tíð. Størvini verða sett skjótast gjørligt.

Eisini søkja vit eftir avloysarum.

Arbeiðstíðirnar eru skiftandi vaktir, t.v.s. dag-, kvøld-, náttar- og døgnvaktir. Starvsstaðurin er í Klaksvík.

Útbúgvin fólk við fleiri ára royndum og fólk, sum júst hava fingið prógv, eru vælkomin at søkja.

Um ikki nóg nógv við nevndu útbúgving søkja, kunnu hjálparfólk verða sett í fast starv.

Væntanir

Væntað verður, at tú er væl fyri kropsliga og sálarliga og at tú hevur góð samstarvsevni.

Somuleiðis vænta vit, at umsøkjarar hava telduførleika á brúkarastøði og koyrikoyrt.

Vit kunnu bjóða

Eitt spennandi starv í einum arbeiðsumhvørvi, har starvsfólk við ymiskum útbúgvingum og royndum arbeiða. Vit raðfesta góða innleiðslu og kunnu bjóða eitt arbeiðspláss í góðum fysiskum kørmum.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í eindini Bústaðir likamligt brek. Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Umsókn

Tú søkir starv við at trýsta á grøna knøttin “Søk starvið”.

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 17.03.2026 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Arnu Silvurstein, leiðara, telefon 297369.

Almannaverkið strembar eftir at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum til Føroya fólk á øllum virkisøkjum stovnsins.

Almannaverkið umsitur fyri góðar 2,2 milliardir krónur á løgtingslógini fyri 2025, og til samans starvast meira enn 1200 fólk í Almannaverkinum.

Almannaverkið virkar um allar Føroyar og veitir umleið 1000 trivnaðartænastur til fleiri enn 800 borgarar, ið fáa tænastur á bústøðum, verkstøðum, dag- og frítíðartilboðum, umlættingartilboðum, stuðulstilboðum og barnavernd í fleiri enn 88 bygningum kring alt landið. Umleið 18.000 hjálpartól eru lænt út at betra um lívið hjá borgarum og fleiri enn 950 borgarar fáa endur- og viðlíkahaldsvenjing fyri at vinna førleikan aftur. Hvørt ár gera vit 240.000 peningaflytingar og taka 16.300 avgerðir.

Endamálið hjá Almannaverkinum er at skapa tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív. Hesum stremba starvsfólkini eftir at røkka við at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Almannaverkið leggur dent á javnvirði, eldhuga, trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap í gerandisdegnum, og virðini skulu endurspeglast í øllum virki okkara.