Í seinastuni er nógv nýtt farið fram í ungmannafelagið hjá Miðflokkinum. Vit hava broytt navn,
logo og sett eina nýggja stevnuskrá. Ein nýggj nevnd er vald og skipað. Umframt eru nógvar
nýggjar og spennandi ætlanir settar í verk.
Ungmannafelagið hjá Miðflokkinum hevði aðalfund tann 07.02.2026. Har nýggja nevndin varð
vald, og bleiv hon skipað soleiðis:


Markus Mortensen Formaður
Mattias Ljósheim Næstformaður og kassameistari
Kezia Mortensen Skrivari
Petur Takamasa Asano Nevndarlimur
David M. Mørk Nevndarlimur


Á aðalfundinum avgjørdi meirilutin at broyta navnið frá ”Ung fyri Miðflokkin” til ”Konservativ
Ung”. Vit, í ungmannafelagnum, ynskja at standa við tey konservativu virðini, at varveita og verja
kjarnufamiljuna, hjúnarbandið og standa við, at tað bert eru tvey kyn, maður og kvinna.
Ikki minst standa vit við, at øll eiga rættin til lív. Vit ynska verja tað ófødda barnið, og verða ein
rødd fyri tey, ið ikki hava eina rødd. Vit halda tískil, at nýggja navnið umboðar okkum, í
ungmannafelaginum, sera væl.
Ung í dag seta tað, at vera konservativur, í samband við, at verja hesi góðu og grundleggjandi
etisku virðini í okkara samfelag. Tað er júst tað, sum er hjartamálið, bæði hjá Miðflokkinum og
hjá okkum í ungmannafelagnum. Við hesum navninum ynskja vit at miðla okkara boðskap til
ungdómin í Føroyum.
Í Konservativ Ung fara vit at varpa ljós á Woke-líknandi rák, sum spakuliga treingja seg inn og
leypa á virðini í okkara samfelagi. Tey hava lopið á kjarnufamiljuna og hjúnabandið. Tey hava
roynt, at tikið rættin til lív frá ófødda barninum, tó er enn ein glottið fyri framman, ein vón fyri at
verja tey óføddu børnini komandi valskeið.

Vit ynskja at arbeiða ímóti hesum rákunum og varðveita tey góðu konservativu virðini, sum okkara
samfelaga er bygt á. Vit ynskja at vera ein rødd fyri konservativa ungdómin í Føroyum.
Í Konservativ Ung ynskja vit, sum síðsta regla í tjóðsanginum sigur: “At bera tað merkið, sum
eyðkennir verkið, ið varðveitir Føroyar mítt land.”

Vegna Konservativ Ung
Ungmannafelagið hjá Miðflokkinum