Skótarørslan í Føroyum 100 ár
Tað var í 1926 at fýra ungdómar í Havn settu Skótafylki Sigmunds Brestissonar á stovn. Longu tvey ár seinni, í 1928, byrjaðu gentuskótarnir hjá KFUK, meðan dreingjaskótarnir hjá KFUM byrjaðu virksemið í 1939. Frelsunarherurin hevur eisini havt skótavirksemi eitt tíðarskeið.
Skótarørslan er heimsins størsta barna- og ungdómsrørsla við áleið 60 milliónum skótum í fleiri enn 200 londum. Í Føroyum eru umleið 1.000 skótar. Tað var Robert Baden-Powell, sum byrjaði altjóða skótarørsluna, tá hann í 1907 skipaði fyri tí fyrstu skótaleguni fyri dreingir á oynni Brownsea Island. Her lærdu teir um náttúruna og m.a. at sova úti. Hetta varð byrjanin til skótarørsluna, ið skjótt breiddi seg kring heimin.
Skótarørslan byggir á felagsskap, ábyrgd, virðing, útilív og persónliga menning. At vera skóti gevur upplivingar, førleikar og minnir fyri lívið.
Málningin, sum frímerkið myndar, hevur Jón Magnus Joensen málað.






