Runavíkar kommuna bjóðaði til innvígslutiltak í nýggju svimjihøllini Bylgjuni mánadagin 29. desember 2025 kl. 17.00.
Til høvið var frumframført eitt nýtt, spennandi tónleikaverk, sum sangskrivarin og guitarleikarin, Niclas Johannesen, hevur skrivað til heiðurs fyri Bylgjuni. Verkið tekur ymiskt við úr allari kommununi og er fyri kór, blásarar, orkestur, solistar, upprópara og, ja, svimjihyl! Heili seksti tónleikarar vóru á pallinum.
Framførslan av verkinum var inni í Ítróttarhøllini í Bylgjuni. Síðani var farið inn í nýggju svimjihøllina, har røður vóru á skránni og snórurin var kliptur.
Høvið var at síggja hvønn krók av svimjihøllini í skipaðum rundvísingum – m.a. í kjallaranum ímillum rør, tangar og stýrisskipanir.






