Mánakvøldið 15. desember kl. 19.30 bjóða Glymur og GHM til stemningsfulla jólakonsert í Hoyvíkar kirkju.
Á skránni verða kendir jólasangir, vakrir jólasálmar, stórfingnar útsetingar og sjálvandi onkur festlig syrpa við bjøllum og øllum, sum hartil hoyrir. Vit ferðast úr Føroyum til m.a. Noregs, Onglands og Broadway í New York.
GHM og Glymur hava nú í fleiri ár havt konsert saman í Hoyvíkar kirkju um jóltíðir. Løtan, sum vendir sær til fólk í øllum aldri, er altíð hugnalig og væl vitjað.
Konsertin er ókeypis og varðar í umleið ein tíma.
Harmoniorkestrið GHM varð stovnað í 1922 og er størsta amatørorkestur í landinum við uml. 40 spælarum í aldrinum 14-70. Orkestrið spælir alt frá klassiskum tónleiki til fólkatónleik, filmstónleiki til marsj, sálmum til polka. Orkestrið leggur dent á at spæla føroyskan tónleik, og frumframførdi m.a. herfyri nýtt verk eftir Guðrið Hansdóttir. Maria Wang Reinert stjórnar GHM.
Rútmiska kórið Glymur hevur í yvir 40 ár blást eitt frískt lot í føroyska kórlívið. Kórið telur um 20 sangarar, og hevur eina sera fjølbroytta sangskrá. Í 2023 hevði kór eitt stórt fagnaðarkvøld fyri at hátíðarhalda 40-ára stovningsdagin, har tey framførdu saman við m.a. Kim Hansen og Kára P. Hans Olivur Joensen stjórnar Glymi.






