Í nýggja føroyska jólaleikinum Petur og jólini verður spurningurin settur, um vit í
øllum jólaresinum hava gloymt tað, sum jólini í veruleikanum snúgva seg um?
Einmansleikurin, sum Bárður Persson hevur skrivað, verður frumsýndur 20.
november í Sjónleikarahúsinum, við Rógva Dam einsamøllum á pallinum.
Jólini nærkast, men hjá níggju ára gamla Peturi er ikki lætt at finna jólafriðin.
Heima hevur mamman úr at gera, pápin stríðist við strongd og arbeiðsloysi, og lítlasystirin
Anna liggur á sjúkrahúsinum. Petur saknar tíðina saman við familjuni, men tað tykist, sum
øll hava annað at hugsa um.
Heldur ikki um náttina fær hann frið. Í dreymunum ger ein ónd heks alt fyri at oyðileggja
jólini hjá honum.
Men mitt í øllum hesum kemur ein heldur óvanligur persónur inn í søguna. Ein
sjúkrahúsklóvnur, sum við skemti, gandakynstri og serligum eginleikum at skapa gleði,
roynir hann at geva familjuni vónina aftur.
Ein maður, fleiri leiklutir
Rógvi Dam stendur einsamallur á pallinum og spælir allar leiklutirnar. Leikurin er ein
blanding av sjónleiki, klóvnleiki og gandakynstri og er bæði stuttligur, álvarsamur og fullur
av hugflogi.
Ein jólaleikur fyri alla familjuna
Leikurin er ætlaður allari familjuni, bæði børnum og vaksnum. Tey yngstu kunnu gleða seg
til skemt og gandakynstur, meðan tey vaksnu eisini kunnu kenna seg aftur í søguni og
boðskapinum um at finna frið og vera saman við teimum, ið vit eru góð við.
Leikurin varir umleið 50 minuttir og verður framførdur í Sjónleikarahúsinum.
Atgongumerki eru at fáa á agongumerki.fo
Bárður Persson hevur skrivað leikin og stendur fyri leikstjórnini, meðan Rógvi Dam er
leikari og framleiðari.