Felagið Koyristólur Skerdur Førleiki skipar fyri heilsuráðstevnu tann 21. mai 2027 á Hotel Hilton í
Tórshavn, har serfrøðingar, fakfólk og fólk við egnum royndum savnast um eitt evni, sum
viðkemur nógvum føroyingum: Hvussu kunnu vit liva eitt gott lív við skerdum førleika, kroniskari
sjúku ella øðrum heilsuligum avbjóðingum?
Heitið á heilsuráðstevnuni er:
TAÐ GÓÐA LÍVIÐ. Immunerjan: Vinur ella fíggindi.
Ráðstevnan sameinir nýggjastu vitanina um neurologi og immunverju við einum praktisktum og
menniskjaligum sjónarhorni. Endamálið er at byggja brýr millum gransking, heilsuverkið og
gerandisdagin hjá teimum, sum liva við hesum avbjóðingum, og teirra avvarðandi.
– Vit vilja vísa á, at eitt gott lív er møguligt, eisini tá heilsan ella kroppurin setur avmarkingar. Tað
krevur vitan, samstarv og, ikki minst, at vit lurta eftir teimum, sum hava royndirnar, sigur Kaj Leo
Holm Johannesen, formaður í felagnum Koyristólar Skerdur Førleiki og.
Ráðstevnan er ætlað øllum, sum á ein ella annan hátt hava áhuga í evninum, so sum fólki við
skerdum førleika ella kroniskari sjúku, avvarðandi, heilsustarvsfólki, sosialstarvsfólki og øðrum
áhugaðum.
Til ber at melda seg til á heimasíðuni www.forleiki.fo ella á Facebook síðuni hjá felagnum
Koyristólur Skerdur Førleiki.
Felagið Koyristólur Skerdur Førleiki