Hvussu broytir vitlíki miðlarnar, og hvussu brúka vit tøknina við skili? 6. november skipar KVF fyri almennari ráðstevnu um vitlíki, journalistikk og public service

Vitlíki broytir longu arbeiðið á miðlastovnunum. Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið savna fólk úr Føroyum og hinum Norðurlondunum til ein dag um vitlíki, journalistikk og public service. Vit deila ítøkiligar royndir og umrøða ábyrgdina hjá miðlunum í einum samfelagi í broyting.

Røðararnir eru úr Føroyum, Danmark, Íslandi og Svøríki. 

Ráðstevnan verður fríggjadagin 6. november í Smæruni. Kringvarpið skipar fyri í samstarvi við Mentamálaráðið