Nú verður lættari hjá foreldrum at minnast, nær børnini eiga at fáa eina
barnakoppseting. Heilsustýrið hevur júst sett í verk áminningarskipan, sum
sjálvvirkandi sendir foreldrum áminning, tá barnið eigur at fáa eina tilmælda
koppseting. Heilsustýrið væntar, at hetta fer at økja um talið á børnum, ið fáa
barnakoppsetingar rættstundis.

Heilsustýrið hevur fleiri ferðir ávarað um, at undirtøkan fyri tilmældu barnakoppsetingunum er
minkandi. Hugburðskanning frá 2025 millum føroysk foreldur um barnakoppsetingar vísti tó, at
foreldur taka væl undir við, at børnini verða koppsett. Kortini er ein alt størri partur, sum av onkrari
orsøk ikki fær hetta í lag.

Nýggja áminningarskipanin fer at virka soleiðis, at foreldur/verjar hjá øllum børnum millum 0 og 12
ár fáa eina áminning gjøgnum Vangan tvær vikur áðrenn, barnið eigur at fáa eina av tilmældu
koppsetingunum. Foreldrini bíleggja sjálvi tíð til koppsetingina hjá kommunulæknanum.
Neyðugt við áhaldandi barnakoppseting

Tá vit koppseta børnini, verja vit tey móti sjúku, samstundis sum vit verja onnur. Í Føroyum hava vit
eina barnakoppsetingarætlan, har øll børn fáa tilboð um koppsetingar, sum verja tey móti
álvarsligum smittusjúkum so sum meslingum, polio og kikhosta. Nógvar av sjúkunum, koppsett
verður fyri, eru at kalla útruddaðar í Føroyum, m.a. tí at so nógv eru koppsett. Tá stórur partur av
fólkinum eru koppsett, er trupult hjá smittusjúkum at breiða seg, og vit fáa tað, sum verður rópt
hópimmunitetur. Hóast sjúkurnar eru sjáldsamar í Føroyum, so eru tær til aðrastaðni, eisini í
Evropa. Tí kunnu sjúkurnar taka seg upp aftur í Føroyum, um vit ikki halda fram at koppseta.

Tilmældar koppsetingar

Heilsustýrið mælir til, at børnini fylgja barnakoppsetingarætlanini, sum er henda:

  • 3 mánaðir: Difteri, stívkrampi, kikhosti, polio, Hib og pneumokokk (1)
  • 5 mánaðir: Difteri, stívkrampi, kikhosti, polio, Hib og pneumokokk (2)
  • 12 mánaðir: Difteri, stívkrampi, kikhosti, polio, Hib og pneumokokk (3)
  • 15 mánaðir: Meslingar, fárasjúka og reydlingar (1)
  • 4 ár: Meslingar, fárasjúka og reydlingar (2)
  • 5 ár: Difteri, stívkrampi, kikhosti og polio (endurkoppseting)
  • 12 ár: Human papillomavirus (HPV) – (tvær koppsetingar