JÚXN er mentanarpallurin á G!, sum hevur fingið sítt navn eftir Júksnará, ið rennur sum ein undirstreymur undir øllum virksemi á staðnum.
Sum altíð røkkur JÚXN-skráin víða – frá dansi, skaldskapi, tónleiki, mynd-, pall- og filmslist til kirkju, teknojoga, kjak, kritiska viðgerð og ummæli. Vit leita við søgum og kvæðum aftur til upphavið og taka upp rák í okkara tíð. Heilt ítøkiliga røkkur Júxn eins og undanfarin ár frá Leirvíksfjalli til Tøting og tekur teg til evstu mørk í kroppi, huga og sál.
MAMMUSKEPILSIÐ
Ein dóttir hálar barndómsins skrímsl út undan songini í einum sermerktum, djúpt persónligum og hugmyndaríkum filmi um sálarsjúkuna hjá mammu síni. Filmurin, sum Maria Tórgarð vann bæði Geytan og Áskoðaravirðislønina fyri í 2026, verður at síggja í Fjósinum á G! Maria innleiðir sjálv filmin, og Gunnvá Zachariassen lesur upp úr yrkingasavninum Leitanin eftir at vera, ið var íblástur til sjálvan filmin. Mamma leikstjóran, Katarina Nolsøe, hevur yrkt og myndprýtt savnið. Tað er ein hugtakandi samanrenning millum tekst og myndir, sum Maria Tórgarð við Mammuskepilsinum hevur víðkað til henda rørandi filmin.
META-G! – beinleiðis ummæli
Meta-G! er eitt forum, har vit suma eitt sindur út, síggja festivalin frá einum metasjónarhorni og meta um tiltøk, ið eru á skrá. Kom og ver við, tá eitt ummæli tekur skap, og uppliv tað beinleiðis. Dania O. Tausen og Knút Háberg Eysturstein ummæla í samrøðu við Hermann Eliassen. Tað er um G! á G!
G! KIRKJAN
G! Kirkjan er opin aftur í ár sum vanligt, eitt serligt rúm á G! til frið, hugsavning, prát og innihaldsríka samveru. Leygarmorgun kl. 11:00 er árliga festivalgudstænastan í Fjósinum, sum fyri mong er vorðin ein týðandi partur av samlaðu festivalupplivingini. Í ár prædikar Annika Magnussen Gaard, og Josh Cana spælir tangentar. Sanna Bæk Hoydal og Benjamin Petersen syngja.
GINJOGA
Leygarmorgun verður aftur høvi at halda seg væl í gongd við joga á sandinum. Hesa ferð við ginjoga. Miss ikki møguleikan at hita upp á sandinum í Syðrugøtu til ársins brak av einum leygardegi á G!
FØROYSKUR DANSUR Á G!
Eingin G! Festivalur uttan dansin! Vit sláa aftur ring, sum siðvenja er á G! Festivalinum, og aftur í ár eru tað lokalar ungar kreftir, sum skipa dansin. Kom upp í ringin ella gerst partur av tí góða felagsskapinum við at eygleiða og hoyra søgurnar settar á pall í Gøtu ein dag á hásumri
UTOPIA: UNGDÓMUR, HUGFLOG OG FRAMTÍÐ – við støði í bókini hey 🙂 TAÐ METAMODERNISTISKA DÓMADAGSMANIFESTIÐ
Mentanarkjakið í ár tekur støði í hey:) TÍ METAMODERNISTISKA DÓMADAGSMANIFESTINUM ANNO DOMINI 2025 eftir Trygva Danielsen. Við støði í hugsanum um týdningin av vón og utopi í einum heimi, ið, eins og dómadagsmanifestið, verður floymdur við dystopiskum søgum, kjakast vit um eitt mótrák í listini, sum eftirlýsir nýggjar søgur og tvíheldur um vónina og hugsanir um utopia. Ung fólk – m.a. Vón Holm Magnadóttir og Sophilia Wraae Mukisa – ummæla og seta Trygva Danielsen stevnu í orðaskifti, sum Sissal Kampmann stýrir og tekur lut í.
UTOPIA 2.0 – listaframsýning við Tummas Jákupi Thomsen
Tummas Jákup Thomsen er ikki nakað nýtt navn á G! Heldur má sigast, at hann hoyrir heima her, og á ársins festivali fáa vit innlit í listafólksins utopia – frælsið at skapa í einum heimi, har tú ert umgird-/ur við dystopiskum sjónum. Kom og síggj heimin, sum listafólkið sær hann: gjøgnum utopia-brillurnar.
GONGUTÚRUR VIÐ FRAMFØRSLU Á LEIRVÍKSFJALLI
Ítøkiliga hæddarpunktið á G! er árligi gongutúrurin upp um fjall við drekkamunni í Norðragøtu á veg yvir á festival. Vit byrja í Krossteig í Leirvík, og beint sum tú heldur, at tú hevur rokkið hæddirnar, er tað besta eftir: ein heilt serstøk framførsla á Leirvíksfjalli. Ímynda tær at byrja ein dag á G! við at føla festivalsstemningin spakuliga krúpa inn í kroppin, meðan tú gongur og av hæddunum skoðar út yvir festivaløkið.
UPPHAV
Í UPPHAVI verður orðið um kollektivu sorgarsøgu okkara sett á pall í Fjósinum. Burturtagda søgan, sum frá nýggjum sjónarhorni setir orð á lívið við havið – okkara størsta vin og fígginda. Einkonuleikurin, sum upphavskvinnurnar til leikin Gunnvá Zachariassen, TVAZZ, og Marita S. Dalsgaard, Leikhús SKIFT, hava umrøtt sum ein minnisvarða um formøður okkara, tekur støði í skaðadegnum, sum rakti Hest 1. apríl 1919, tá tveir útróðrarbátar gingu burtur, og ellivu menn sjólótust. UPPHAV hevur longu verið á leikferð kring landið og í Keypmannahavn. Í summarstøðginum kemur hann á G!
BÓK + LJÓÐ
Lív Maria Róadóttir Jæger lesur upp úr BÓK. Í framførsluni verða yrking og rødd vovin saman við elektroniskum ljóðlandslagi eftir tónasmið Lasse Jæger (SUPERVISJÓN).
BÓK er savn, har kroppur, náttúra og sálarlív renna saman í eina poesi, har nalvi, lær, vørr, negl, kjálki, smíl, apublóma, á, ivi og fyrigeving, psyka, seksualitetur eru flættað saman. Yrkingarnar eru intimar, kropsligar og djúpt eksperimenterandi – skrivaðar, sum vóru tær partur av einum pluralum minni, ella eitt ekkó frá einum heimi, sum annaðhvørt er farin undir ella nýliga blivin til í tilvitinum.
SAGNIR OG ÆVINTÝR við hettarher og Jákup Veyhe
Vit kenna Jákup Veyhe frá Mórugøtu og so mongum øðrum herligum samanhangum. Kanska tað stuttligasta og besta frásøgufólkið, vit eiga! Nú verður hann á G! saman við tónleikabólkinum hettarher (Tórleik Mortensen og Andreas Restorff) ein bólkur, sum eftirhondini eisini hevur fest seg í føroyska mentanarlívinum við filmstónleiki og øðrum fjøllistaligum verkætlanum. Allir dagar á G! byrja við tiltaki til børn og familjur, og fríggjadagin verða sagnir og ævintýr vakt til lívs og skapa ein ævintýrheim, sum fær bæði børn og vaksin at kenna seg, sum tey eru mitt í einum filmi.
EKSIL: NATURE WRITING TOP MEETING
Nature Writing Top Meeting er ein sansandi og tvørfaklig uppliving, har náttúra, bókmentir, filmur og tónleikur renna saman. Forlagið Eksil skipar fyri.
Við millum annað støði í føroyskum landslagi og poesifilmverkætlanini Áin eftir Thomas Koba við yrkingum eftir Kim Simonsen og tónleiki eftir Heðin Ziska Davidsen verða nýggj verk framførd, sum kanna sambandið millum menniskju og umhvørvi.
Millum altjóða gestirnar er danski høvundurin Silja E. K. Henderson, hvørs bók Guthensø tekur støði í dagligum gongutúrum í landsløgum kring Roskilde. Við dagbókarlíknandi notatum og einum poetiskum, sansandi máli letur hon náttúru, medvit og kropp flóta saman í eina livandi frásøgn um, hvussu vit uppliva og skilja heimin.
Eisini luttekur danski høvundurin Maja Elverkilde, ið arbeiðir við náttúrubókmentum og gerandislívi við einum persónligum og hugvekjandi stíli. Í verkum sínum setur hon spurningar við okkara lívshátt og gevur rúm fyri nýggjum hugsanum um nærveru, einfaldleika og sambandinum millum menniskju og náttúru.
Á pallinum møta vit eisini føroyskum røddum sum Beiniri Bergsson og Vónbjørt Vang, umframt øðrum listafólkum, ið hvør á sín hátt seta orð og ljóð á okkara samband við náttúruna.
Kom og uppliv eina løtu, har orð, ljóð og landslag smelta saman, og har tú verður bjóðað/ur at steðga á, lurta og síggja náttúruna við nýggjum eygum.
TEKNOJOGA
Hvat kann vera betri eftir eina langa festivalnátt at nullstilla við teknojoga á Sandinum í Syðrugøtu? Tit minnast tað frá í fjör! Kom fyrireika kropp og sál við ljóði og rørslu til enn ein ógloymandi fríggjadag á G!
TARADROTNINGIN
Kom og nýt høvið á G! at uppliva list og vísindi umskarast í heimildarfilminum eftir Eir í Ólavsstovu um granskaran Agnes Mols Mortensen. Filmurin, sum lutvíst er filmaður á G!, lýsir margfeldið í havinum úr sjónarhorninum hjá einum taragranskara. Eini einsamallari kvinnu, ið fer í hernað móti oyðing av havsins ríkidømi við tí fyri eyga at skapa burðardygga framleiðslu.