Øll tey donsku universitetini og Fróðskaparsetur Føroya fara nú undir eitt serstakt samstarv fyri at styrkja tvørfakligheitina hjá teimum lesandi og skunda undir grøna umskiftið.
Novo Nordisk Grunnurin hevur játtað 95 milliónir krónur til átakið, og hetta er ein tann størsta játtanin nakrantíð til útbúgvingarvirksemi.
– Við at luttaka í verkætlanini kunnu vit menna førleikarnar hjá okkara lesandi til at skilja og loysa stóru avbjóðingarnar viðvíkjandi burðardygd, og tað er gott fyri okkara lesandi, fyri føroyska samfelagið og eisini fyri okkara jørð, sigur Martin Tvede Zachariasen, rektari.
Lesið meira her: https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/stor-jattan-skal-byggja-brugv-millum-fak-i-stridnum-moti-vedurlagskreppuni